fotoskeið

Kom á fotoskeið

Leygardagin 7. mars fari eg aftur at hava eitt av mínum vælumtóktu grundskeiðunum í foto.


Skeiðið er ætlað tær, sum eigur eitt speglrefleks myndatól, men sum enn bara brúkar auto innstillingarnar.
Vit fara at læra um ISO, lukkitíð og blendu. Tað eru hesi trý, sum millum annað avgera hvussu ljós ella myrk ein mynd verður. Hesi trý hava eisini aðrar eginleikar og avbjóðingar, sum vit sjálvandi eisini fara at læra um. Tá tú kennir hesa trýeindina, ert tú væl ávegis innan myndatøku.


Eg fari eisini millum annað at tosa um uppbygnaðin av einari mynd. Hvørjar leiðreglur eru fyri einari kreativari, góðari mynd.
Tað er líka mikið um tær best dámar at taka náttúrumyndir, myndir av fólkið, djórum, blómum ella onkrum heilt øðrum. Skeiðið er fyri øll!


Hevur hetta tín áhuga, send mær so eini boð í boðklivan á Facebook ella send ein teldupost til info@johannathomsen.com


Skeiðið verður í Klaksvík og kostar 950 kr. Avmarkað pláss. Tilmeldingarfreistin er hósdagin 5. mars kl 12:00. Tilmeldingin er galdandi, tá luttøkugjaldið er goldið.

Tann altíð fryntligi og gestablíði Niclas Heri Jákupson tekur ímóti okkum í hugnaliga neystinum kl 9. Vit byrja við morgunmati og leypa so út í undirvísingina, sum er bæði teoretisk og praktisk. 


Síðani eta vit ein lættan frokost og fara vit saman við Niclas Hera út í vøkru náttúruna í nærumhvørvinum at taka myndir.

Dagurin endar áleið kl 14:30